Innanlands

Edvard Heen sagt seg úr starvi

Stjórin í Almannaverkinum seinastu 11 árini gevst í starvinum í summar

Edvard Heen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Edvard Heen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-04 17:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Almannaverkið skal í næstum út at finna nýggjan stjóra. Edvard Heen, sum hevur verið stjóri síðan 1. juni 2014 hevur sagt seg úr starvi.

Tað váttar Edvard Heen fyri netmiðlinum in.fo.

Orsøkin er, at hann verður pensjónistur, sigur hann við netmiðilin. Edvard Heen fylti 67 ár í gjár.

Edvard Heen er útbúgvin búskaparfrøðingur (Cand. Merc.) og hevur drúgvar leiðsluroyndir úr tryggingar- og fíggjarheiminum, umframt frá KT-økinum. Edvard Heen hevur m.a. verið stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, stjóri í Bankenes Betalings Sentral í Noregi og fyritaksstjóri í Bank Nordik. Hann hevur eisini royndir sum konsulentur innan strategi og broytingarleiðslu á ymiskum vinnuøkjum.

Edvard Heen situr í starvinum til endan av august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder