Uttanlands

Svøríki: Minst tíggju deyð

Løgreglan upplýsir nú, at umleið tíggju fólk eru deyð í skottilburðinum í Örebro í dag

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-02-04 17:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á tíðindafundi seinnapartin upplýsir svenska løgreglan, at umleið tíggju fólk doyðu í skottilburðinum á einum skúla í Örebro um middagsleitið.

[object Object](Mynd: DR)

Upplýst verður, at maðurin sum hildið verður er gerningsmaðurin, er deyður, og at hann stóð fyri hesum sjálvur.

- Í løtuni eru vit vís í, at tað ikki henda fleiri álop, sigur talsmaðurin frá løgregluni, sum tó ikki útilokar, at talan kann vera um fleiri gerningsmenn, sum hava samband við hendingina.

Løgreglan kann í løtuni ikki upplýsa, um tey deyðu í skottilburðinum eru lærarar ella næmingar.

Hildið verður ikki at talan er um yvirgang.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder