Grønlendska landstingið hevur í dag samtykt uppskotið frá Muté B. Egede, landsstýrisformanni, um at grønlendingar skulu á val um fimm vikur, 11. mars.
- Vit eru í einari álvarsamari tíð. Einari tíð, vit ongantíð áður hava upplivað í okkara álandi. Tíðin er ikki til innanhýsis ósemjur, sigur hann.
Áðrenn valdagurin kom til viðgerðar í landstinginum, varð lógaruppskot um útlendskar pengar í politikki samtykt. Lógin bannar útlendskum pengum og dulnevndar peningagávum. Hetta fyri at verja um politiska sjálvræðisrætt í Grønlandi eftir stóra áhugan frá USA.
Landstingið samtykti hetta uppskotið við 22 atkvøðum fyri, ongari ímóti, og átta blankum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald