Til hugnaløtu í gjár, handaði Lions Club Eysturoy/Klaksvík skúlastjóranum á Húshaldsskúla Føroya, Jóhonnu á Tjaldrafløtti, peniningagávu upp á 30.000 krónur.
Skúlastjórin var fús at greiða frá endamálinum hjá skúlanum har “ungir spírar læra at liva heilsugott og burðardygt”. Hon greiddi frá søgu skúlans, sum nú hevur rundað tey fimmti árini. Dagurin bleiv hátíðarhildin á Varpinum við einari stórari framsýning.
Stórur dentur var lagdur á vælviljan frá landi, kommunu og stuðlum sum høvdu lagt rygg til at nýggi skúlin bleiv veruleiki.
- Okkara endamál hjá Lions var at handa Húsarhaldsskúlanum eina gávu til okkurt serstakt sum tey ynsktu inn á skúlan. Gávan á 30.000 kr skal nýtast at keypa eitt klaver til skúlan og var avtala at tosast skuldi nærri saman seinni um keyp við meira, sigur Lions Club Eysturoy/Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald