- Av tí at umvælingararbeiðið av høvuðsmotori eitt á Smyrli dregur út, kann roknast við broytingum og/ella avlýsingum á leið 7 mikudagin 5. februar.
Soleiðis skrivar Strandferðslan Landsins á heimasíðu sínari.
Tað er heilt fitt av vindi í morgun, men tað er umvælingarbeiði, sum kann geva trupulleikar á Suðuroyarleiðini í dag.
Soleiðis var eisini í gjár, týsdagin 4. februar.
Smyril fór av Krambatanga klokkan seks og skal eftir ætlan fara av Havnini aftur klokkan 08.45. Samanlagt eru seks túrar á ferðaætlanini í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald