Innanlands

Ein treytað frádøming og fleiri klipp í Vestmanna

Fimm bilførarar komu í trupulleikar, tí koyrt varð væl yvir 30 km/t á einum strekki inni í Vestmanna. Ein bilførari í Skopum varð tikin fyri rúsdrekkakoyring

Í gjár, týsdagin 4. februar, vórðu ferðmátingar gjørdar á einum strekki í Vestmanna, har hámarksferðin er 30 km/t (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í gjár, týsdagin 4. februar, vórðu ferðmátingar gjørdar á einum strekki í Vestmanna, har hámarksferðin er 30 km/t (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-05 07:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, týsdagin 4. februar, vórðu ferðmátingar gjørdar á einum strekki í Vestmanna, har hámarksferðin er 30 km/t.

Patruljan skrásetti fimm bilar, sum koyru so mikið skjótt, at førararnir fáa revsing.

Fýra koyrdu millum 46 km/t og 50 km/t. Hetta gevur eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót.

Ein persónur fekk ein uppaftur tyngri biltúr. Viðkomandi koyrdi beint yvir 60 km/t. Tað varð "tikið niður" til 59 km/t, men sjálvt við tí er talan um eina revsing á trytaða frádøming.

Bilførarin koyrdi yvir tvífalt so skjótt yvir tað, ið hámarksferðin var, og skal viðkomandi tí gera eitthvørt - so sum at fara til nýggja koyriroynd - fyri at varðveita koyrikortið. Ein bót fellur eisini.

Ein bilførari í Skopun fær helst eisini bót og annan dóm fyri at koyra ávirkaður. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun greiðir frá, at viðkomandi varð steðgaður seinnapartin í gjár. Førarin skuldi blása, og blóðroynd varð tikin.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder