Innanlands

Grót rapað oman á vegin í Sandslíð

Persónbilar kunnu koyra framvið í løtuni, men ikki størri bilar - Landsverk er fráboðað

2025-02-06 07:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Boðað varð frá einum lítlum omanlopi í Sandslíð í morgun. Nakað av gróti liggur á vegnum, men persónbilar kunnu koyra framvið, sigur vakthavandi hjá løgregluni, men lastbilar kunnu ikki koyra gjøgnum líðina.

Landsverk er fráboðað, og væntandi er vegurin ruddaður innan alt ov langa tíð, upplýsir vaktleiðarin.

Hóast nógva vindin, hevði løgreglan bert fingið tvær fráboðanir um vindskaða í morgun. Talan var um smærri skaðar, leysar takplátur og líknandi. Báðar av Skálafjrðinum – í Runavík og innan Glyvur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder