Mentan

Fernisering við Mariusi Olsen

Framsýningin Impromptu umfatar spildurnýggj listaverk og nøkur eldri, ið eru funnin fram innast úr skuffunum á Steinprenti

2025-02-06 09:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu knapt tríggjar vikurnar hevur listamaðurin Marius Olsen arbeitt í Steinprenti við mongum spennandi verkum.

- Ætlanin var ikki at gera framsýning, men burturúr arbeiðinum varð ein samling stáplað á beini, ið vit hildu mátti ferniserast. Tí bjóða vit inn á gátt hósdagin 6. februar klokkan 17 at síggja nýggju prentini hjá Mariusi og nøkur eldri, ið eru funnin fram innast úr skuffunum. Framsýningin hevur fingið heitið “Impromttu” 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder