Innanlands

Nakað færri ferðandi hendan januar mánaðin

20.551 ferðafólk nýttu Vága Floghavn í januar 2024. Hetta eru nærum 2.000 færri enn í januar 2024, men tá var serstøða - við nógvari flúgving millum Berlin og Føroyar

Í januar í 2024 var ferðafólkatalið 22.510. Hetta er nærum 2.000 undir tí, sum tað var fyrsta mánaðin í 2025. Tølini fyri fyrstu mánaðirnar í 2023 og 2019 vóru eisini hægri

Í januar í 2024 var ferðafólkatalið 22.510. Hetta er nærum 2.000 undir tí, sum tað var fyrsta mánaðin í 2025. Tølini fyri fyrstu mánaðirnar í 2023 og 2019 vóru eisini hægri

2025-02-06 12:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør setti flogvøllurin í Vágum met, hvat ferðafólkatalið viðvíkur. 444.035 var talið fyri alt árið og nakað omanfyri metið, sum varð sett í 2023.

Sí eisini: Nógvar avlýsingar í samferðsluni í morgun

Í januar í 2024 var ferðafólkatalið 22.510. Hetta er nærum 2.000 undir tí, sum tað var fyrsta mánaðin í 2025: 20.551

Hetta vísa tøl hjá Vága Floghavn, sum Kringvarpið í dag hevur lagt út.

Ein høvuðsorsøk til stóra munin er, at óvanliga nógv flúgving var Berlin í januar 2024.

Túsundtals føroyingar fóru til týska høvuðsstaðnum fyri at fylgja føroyska manslandsliðnum til søguliga EM-endaspælið. Samanlagt var eitt tvísiffrað tal av flogferðum millum Vágar og Berlin fyri beint yvir einum árum síðani.

[object Object]
Føroysk fólkaveitsla var í Berlin januar í fjør, og nógv fólk ferdaðust millum Vágar og týska høvuðsstaðin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í januar 2023 var tó eisini eitt hægri ferðafólkatal enn í januar í ár. Tá vóru 21.226 ferðafólk

Talið fyri januar 2019 - seinasta árinum undan korona -  var eisini nakað hægri enn í januar 2024, skrivar Kringvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder