![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Sviar hava eina felags ábyrgd av at ansa eftir Svøríki.
Tað segði svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, tá hann í gjárkvøldið helt røðu fyri tjóðini í kjalarvørrinum á skottilburðinum á einum skúla í Örebro týsdagin, har 11 fólk vórðu dripin
– Vit kunnu vera ymisk og hava ymiskar áskoðanir, men tað er okkara felags ábyrgd at byggja hetta landið og ansa eftir tí. Serliga tá alt tykist dapurt, segði Kristersson.
– Har er bara eitt Svøríki. Ikki eitt vit og tey. Ikki ung ella gomul. Ikki fødd her ella fødd uttanalnds. Ikki frá bygd ella býi. Ikki høgra ella vinstra.
Svenski forsætisráðharrin umrøddi skottilburðin sum tann ringasta í svensku søguni.
– Alt Svøriki syrgir saman við tykkum, segði hann, tá hann vendi sær beinleiðis til avvarðandi hjá teimum, sum lótu lív týsdagin.
Hildið verður, at drápsmaðurin var ein 35 ára gamal maður, sum var fyrrverandi næmingur á Rigsbergska-skúlanum. Hann varð funnin deyður av løgregluni á skúlanum. Frammanundan vórðu 10 onnur fólk dripin, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald