Uttanlands

– Umráðandi at atlit verða tikin til russisk áhugamál

Russland hevur enn ikki fingið eitt nøktandi uppskot, sum kann seta ferð á friðarsamráðingar við Ukraina, sigur russiskur vararáðharri

Russiski varauttanríkismálaráðharrin, Mikhail Galuzin (Mynd: Reuters)

Russiski varauttanríkismálaráðharrin, Mikhail Galuzin (Mynd: Reuters)

2025-02-10 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland hevur enn ikki fingið eitt nøktandi uppskot, sum kann seta ferð á samráðingarnar viðvíkjandi krígnum í Ukraina.

Tað sigur Mihhail Galuzin, varauttanríkismálaráðharri við russiska statsmiðilin RIA.

– Tað er umráðandi, at orð føra til verulig stig, sum taka atlit til veruligu áhugamálini hjá Russlandi, vísa vilja til at taka burtur orsøkirnar til kreppuna og viðurkenna nýggja veruleikan, sigur hann.

Hetta sigur hann, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump hevur greitt frá, at hann hevur tosað í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin um støðuna í Ukraina, nakað, sum russiska forsetaskrivstovan ikki hevur váttað ella avsannað.

Her greiddi Trump frá, at bæði hann og Putin ynsktu at fáa ein enda á krígnum.

Les eisini: Trump tosað við Putin um kríggið í Ukraina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder