Uttanlands

Kanning: Stuðulin heldur ikki fram, um Grønland loysir

Grønlendingar eiga ikki at fáa fíggjarligan stuðul frá dønum, um teir fara úr Ríkisfelagsskapinum, halda 74 prosent av dønum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-02-10 11:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um grønlendingar taka avgerð um at fara úr Ríkisfelagsskapinum, skulu teir ikki rokna við, at blokkstuðulin heldur fram.

Tað halda flestu danir, sum hava luttikið í spurnakanning, sum Megafon hevur gjørt fyri TV2.

74 prosent av teimum 1001 spurdu, søgdu seg taka undir við, hesum, meðan 17 prosent søgdu seg vera ósamd.

Kanningin varð gjørd millum 30. og 31. januar.

Í kanning, sum varð gjørd av Megafon 6. januar, varð spurt, um grønlendingar eiga at hava fólkaatkvøða um loysing innan fimm ár, og har svarðau 53 prosent av teimum 1001 spurdu "ja".

Tá spurt var, um Grønland átti at verið verandi í Ríkisfelagsskapinum, søgdu 58 prosent, at tey tóku undir við hesum.

Les eisini: 58 prosent vilja hava Grønland í ríkisfelagskapinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder