![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fríggjadagin í farnu viku var ein stórur dagur í Lítlaskúla, tá ið fyrsti partur av nýggja spæliplássinum, sum stendur millum skúlan og Tjarnargarð, varð tikin í nýtslu.
Børn og vaksin á skúlanum hava í langa tíð ynskt sær nýtt spælipláss á økinum, og tvey tey seinastu árini hevur næmingaráðið saman við restini av skúlanum arbeitt miðvíst fram ímóti at fáa nýtt spælipláss.
Næmingarráðið tók stig til at skipa fyri summarmarknaði fyri at savna pening inn, og starvsfólk søktu um fígging frá Tórshavnar kommunu. Í 2024 játtaði kommunan eina peningaupphædd til verkætlanina, soleiðis at skúlin og frítíðarskúlin kundu fáa nýggjan spælireiðskap upp í garðinum.
Á middegi fríggjadagin var hátíðarløta, har elstu næmingarnir í næmingaráðnum kliptu snórin, og spæliplássið “lat upp”.
Spæliplássið er ikki einans til gagn fyri børnini í skúlanum og frítíðarskúlanum, men verður eisini nógv nýtt av familjum í nærumhvørvinum og vitjandi á Tjarnargarði.
Lítliskúli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald