Uttanlands

Aki-Matilda Høegh-Dam vil stilla upp í Grønlandi

Grønlendska fólkatingskvinnan vil í grønlendska tingið, men enn er ikki greitt, hvønn flokk hon ætlar sær at stilla upp fyri

Aki-Matilda Høegh-Dam, fólkatingskvinna (Savnsmynd)

Aki-Matilda Høegh-Dam, fólkatingskvinna (Savnsmynd)

2025-02-10 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grønlendska fólkatingskvinnan Aki-Matilda Høegh-Dam ynskir at stilla upp til grønlendska tingið, Inatsisartut.

– Eg eri klár at stilla upp til Inatsisartut, sigur hon í samrøðu við TV2 í dag.

Í farnu viku boðaði Aki-Matilda Høegh-Dam frá, at hon meldaði seg úr flokkinum Siumut, sum hon hevur umboðað á Fólkatingi síðan 2019. Á seinasta fólkatingsvali fekk hon 6.655 atkvøður, ein triðingur av øllum atkvøðunum í Grønlandi, og nærum tvífalt so nógvar atkvøður, sum hon fekk í 2019.

Hon hevur áður boðað frá, at hon ikki ætlar sær at stilla uppaftur á næsta fólkatingsvali.

Grønlendska fólkatingskvinnan sigur, at hon ætlar sær at melda seg inn í ein annan flokk heldur enn at stovna ein nýggjan. Sambært Ritzau ætlar hon sær seinni í dag at boða frá, hvørjum flokki hon stillar upp fyri, um hon kann finna eitt valdømi.

Val verður í Grønlandi 11. mars.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder