![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Prátið tekur útgangsstøði í verkrøðini "Jeppe svevur" eftir Jóhan Martin Christiansen, sum í løtuni er partur av serframsýningini "Træðrir".
Prátið fer at snúgva seg um, hvussu list kann verða við til at menna vitan og skapa kensluliga fatan og empati.
Bæði Jóhan Martin og Marita arbeiða nevniliga við evnum, ið eru politisk og sansalig um somu tíð. Marita Dalsgaard leikstjórnaði í 2023-24 leikin “Lortið” (La Merda) eftir Christian Ceresoli.
Í hesum báðum verkunum "Jeppe svevur" og "Lortið", bjóðar nakni kroppurin okkum inn í eitt intimt rúm, ið ikki er seksualiserað. Verkini kunnu setast í ein feministiskan og LGBTQ+ kontekst og leggja upp til samrøðu um leiklutin hjá politisku listini - í dag eins og í føroyskari listasøgu.
Listasavnið letur upp kl. 19 og høvi verður at síggja framsýningina "Træðrir", áðrenn listafólkaprátið byrjar kl. 19.30.
Eftir listafólkaprátið ber til at seta spurningar. Kirstin Helgadóttir verður orðstýrari.
Hetta er fimta tiltakið í einari røð av tiltøkum, ið Listafelag Føroya skipar fyri í samstarvi við Listasavn Føroya. Tiltakið er ókeypis.
Listasavn Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald