Innanlands

Fara at minnast tey dripnu í tøgn í ein minutt

Alt Svøríki støðgar upp eina løtu á middegi, tað er klokkan 11 hjá okkum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-02-11 09:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á middegi í dag, svenska tíð, tað er kl. 11 okkara tíð, verður Svøríki 'helt tyst'.

Til heiðurs fyri teimum 10 offrunum í hópdrápinum í Örebro í farnu viku fara arbeiðspláss,  samferðsla og almennir stovnar í Svøríki at halda tøgn í ein minutt til heiðurs fyri teimum dripnu.

Hetta merkir at bussar kring alt landið fara at støðga og eitt nú á Volvo verksmiðjunum eru tey 23.000 starvsfólkini biðin um at binda frið í ein minutt, skrivar SVT.

Á Stortorget í Örebro væntast 10.000 fólk at vera við til minnisløtuna, har røður verða hildnar og fleiri listafólk fara at framføra.

Tað er svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, sum hevur tikið avgerð um at alt Svøríki skal støðga á á middegi fyri at minnast dey deyðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder