![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Danmark er framvegis heimsins minst korrupta samfelag. Nýggjasta uppgerðin hjá Transparency International gevur aftur í ár Danmark 90 av 100 møguligum stigum, og tað er tað besta sum nakað land fær í uppgerðini fyri 2024, og Danmark kann sostatt breggja sær av at vera heimsins minst mutraða, siðspilta ella korrupta land. Danmark hevur nú liggið ovast á hesum listanum í sjey ár á rað.
Finnland liggur aftur í ár á øðrum plássi við 88 stigum, sum er eitt stig betri enn árið frammanundan.
Síðan kemur Singapore við 84 stigum, Ný Sæland við 83 stigum, Luksemburg, Noreg og Sveis við 81 stigum, Svøríki við 80 stigum, Niðurlond við 78 stigum og Avstralia, Ísland og Írland við 77 stigum.
Finnland, Singapore, Luksemburg og Ísland eru farin fram í Stigum, meðan Ný Sæland, Sveis, Svøríki, Niðurlond og Avstralia eru farin nakað aftur.
Ikki færri enn 47 lond hava verri meting í 2024 í mun til árið fyri. Teirra millum eru Týskland (75), Frakland (67), USA (65), Ungarn (41) og Russland (22).
Miðal stigatalið fyri øll 180 londini, sum eru við í kanningini, liggur um 43 stig.
Niðjast á listanum liggur Suðursudan, sum sambært Transparency International er heimsins mest korrupta land við 8 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald