![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Aftur í ár verður skipað fyri eldradegi í Sunda kommunu. Í ár verður hann hildin leygardagin 22. mars í Eydnuni á Oyrarbakka.
Sunda kommuna boðar frá, at dagurin byrjar við morgunmati kokkan 9.30 og er liðugur áleið klokkan 15
Ruben Busk kemur at borðreiða við mati. Felagssangur, framløgur og tala eru eisini á skránni.
- Hetta er eitt gylt høvi, at koma hvør øðrum við, og hugna sær saman.
Sambært sunda.fo kemur nærri lýsing av tiltakinum verður kunngjørd tá dagurin nærkast. Meira upplýsing er eisini á heimasíðuni um tilmelding har.
Mynd frá seinasta eldradegi tá farið varð upp á gólv (Mynd: sunda.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald