![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs samtykti 15. januar 2025 at dagføra stuðulsskipanina til mentan og list.
Sambært Tórshavnar kommunu er endamálið við umskipanini at gera skipanina meira nútíðarhóskandi og virka fyri størri rættvísi og gjøgnumskygni.
Stuðulsskipanin er nú skift á hesar tríggjar tættir: Verkætlanarstuðul – mentan og list (undir hesum vanligur stuðul og snarstuðul), Rakstrarstuðul – mentan og list - umframt "Stuðul til størri listaligar verkætlanir"
Stuðulin til mentan og list er sostatt vorðin skildur frá stuðli til ítrótt og frítíð, sum hann var undir fyrr.
Broyttar umsóknarfreistir
Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at størsta broytingin fyri borgaran, sum søkir um stuðul, er, at freistirnar fyri at søkja um vanligan stuðul nú eru fastar.
Tríggjar freistir eru um árið, og fyrsta freistin er 1. mars 2025. Hinar báðar eru ávikavist 1. september og 1. desember.
- Snarstuðul kanst tú framvegis søkjast leypandi í minsta lagi seks vikur, áðrenn verkætlan fer í gongd.
Ársyvirlitið sær soleiðis út:
1. mars: Vanligur stuðul – 1. umsóknarumfar
1. apríl: Stuðul til størri listaligar verkætlanir
1. august: Rakstrarstuðul (nýggjur ella øktur)
1. september: Vanligur stuðul – 2. umsóknarumfar
1. desember: Vanligur stuðul – 3. umsóknarumfar
Viðgerðartíðin er á leið seks vikur, skrivar torshavn.fo.
Dagførdar leiðreglur
Í sambandi við umskipanina eru leiðreglurnar fyri verkætlanarstuðul og rakstrarstuðul dagførdar. Leiðreglurnar og nærri kunning um stuðulsskipanina sæst á síðuni um mentanarstuðul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald