Innanlands

Timburhandilin trongdi helst til nýggjar eigarar

Hóast byggivinnan blómar í hesum tíðum, kom Havnar Timburhandil úr 2018 við stórum halli

2019-04-04 14:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ein fyritøka í eyðsýndum fíggjarligum trupulleikum, sum pf. Borg í Runavík tók yvir, tá gamla havnarfyritøkan, Pf. Havnar Timburhandil, skifti eigarar 1. desember í fjør.

Roknskapurin hjá Havnar Timburhandli fyri 2018 er nú kunngjørdur, og hóast tað hevur gingið við rúkandi ferð byggivinnuni seinastu tíðina, so sæst hetta ikki aftur á hesum roknskapinum.

Havnar Timburhandil hevði eitt hall í fjør á 5,7 milliónir krónur eftir skatt. Hetta skal sammetast við avlop á 1,3 milliónir krónur árið fyri.

Eftir at hava víst ein bruttovinning á roknskapinum seinastu átta árini frammundan á millum 12 og 16 milliónir krónur, sakk hetta tal heilt niður á 4,7 milliónir í 2018 – eitt tekin um at sølan er lækkað markant, meðan starvsfólkaútreiðslurnar hava verið tær somu.

Tað var seint í desember mánaði, at boðað varð frá, at Pf. Borg hevur yvirtikið timburhandilin við virknaði frá 1. desember 2018. Einki varðnevnt um yvirtøkuprís. Les: Borg keypir Havnar Timburhandil 

Stjórin í Borg, Rodmundur Nielsen, er nú eisini stjóri í Havnar Timburhandli. Í nevndini sita danin Lars Peter Nielsen, sum er formaður, Høgni Hansen, Óli Marnar Christiansen og Rodmundur Nielsen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder