Innanlands

- Umráðandi at varðveita eitt tætt samskifti við okkara grannalond

Føroyar og Noreg hava felags áhugamál og avbjóðingar í Norðuratlantshavi og Arktis, staðfestir Høgni Hoydal. Í gjár hevði landsstýrismaðurin sín fyrsta fund við norska starvsbróður sín

Tað eru

Tað eru "spentar tíðir", og vit eru í einari "rembingartíð", staðfestir uttanríkismálaráðharrin, sum vil tryggja framhaldandi gott samband við Noreg (Mynd: uvmr.fo)

2025-02-19 11:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, hitti mánadagin norska uttanríkisráðharran, Espen Barth Eide, í Oslo.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið skrivar á heimasíðu sínari, at hetta er fyrstu ferð, at ein sínámillum fundur er millum starvsbrøðrurnar.

Høgni Hoydal og Espen Eide hava eir áður hava hitst og luttikið á fundum saman í  millum annað NATO høpi, men nú var mett, at tíðin var røtt til ein "ein-til-ein" fund.

Tað kemst millum annað av tíðini, sum vit eru í. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, gjørdi eftir luttøku sína á árligu trygdarráðstevnuni í München greitt, støðan í heiminum er alsamt meira óviss.

Linjan hjá landsstýrinum er, at tað er týdningarmikið at kenna sínar vinir og samstarvsfelgar. Hetta staðfesti landsstýrismaðurin í uttanríkismálum eisini eftir fundin í Oslo:

- Føroyar og Noreg hava felags áhugamál og avbjóðingar í Norðuratlantshavi og Arktis. Í hesum spentu rembingartíðum er tí umráðandi at styrkja samstarvið og varðveita eitt tætt samskifti við okkara grannalond, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum.

Á fundinum varð uttanríkis- og trygdarpolitiska støðan í heiminum umrødd, umframt felags avbjóðingar í Norðuratlantshavi og Arktis, upplýsir uvmr.fo.

Landsstýrismaðurin kunnaði somuleiðis um §6 nevndina, ið skal greiða spurningin um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í WTO, og um komandi formansskapin í Arktiska Ráðnum, sum Føroyar, Grønland og Danmark yvirtaka frá Noreg í mai. Eisini varð skift orð um tvílandaviðurskifti, herundir handil og fiskivinnu, og møguligt tættari samstarv á nettrygdarøkinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder