
Polskir marknavørðar høvdu ikki ein heilt vanligan arbeiðsdag í gjár, týsdagin 18. februar.
Meðan teir arbeiddu við at "verja umráðandi undirstøðukervi", funnu teir yvir 100 kilo av kokaini.
Talan var um viðvíkahald av káplum undir jørð, og var hetta á botininum í Eystursjónum (Eystarasalti). Tað skriva fleiri norðurlendskir miðlar.
Tað framgongur ikki, hvussu kokaini varð varðveitt har, men tað hevur eyðsæð verið ein roynd at smugla tað.
Í sambandi við málið eru sjey persónar higartil afturhildnir. Hetta upplýsir talsfólk fyri marknavøðrarnar.
Virði kann liggja um 60 milliónir zloty (pólskur peningur) á svarta marknaðinum. Tað svarar til umleið 117 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald