
Løgreglan ger fyri tíðina nøkur málrættað átøk á strekkjum, har hámarksferðin er niðursett - har hon er lægri, enn man skuldi trúð.
Eitt av hesum er á Velbastaðvegnum, sum er á strekkinum út ímóti Norðasta Horni. Hetta er 60 km/t øki, men summir bilar koyrdu væl yvir 60 um middagsleitið í gjár, týsdagin, tá ein patrulja hjá løgregluni var á staðnum.
Tveir bilførarar vórðu máldir til líka undir 90 km/t (88 km/t og 89 km/t). Fyri hetta fingu teir klipp og bót.
Ein fekk treytaða frádøming, tí viðkomandi varð máldur til 103 km/t. Hetta gevur treytaða frádøming, tá talan er um 60 km/t øki.
Á einum 40 km/t-øki í Klaksvík var eisini ein treytað frádøming týsdagin, upplýsir vaktleiðarin. Harvið skal viðkomandi eisini gera ymiskt fyri at tryggja førararættin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald