
Metnógvar umsóknir eru um stuðul til gransking í ár. Hetta upplýsir Granskingarráðið á heimasíðu sínari.
- Tá árliga freistin at søkja um stuðul til gransking og til arbeiðsmarknaðargransking var úti mánadagin 17. februar á middegi, vóru tilsamans 53 umsóknir um granskingarstuðul komnar inn. Tað eru 12 fleiri enn í fjør.
Ikki so óvæntað er meira enn helmingurin av umsóknunum til ph.d.-verkætlanir, sum eru tungar verkætlanir.
31 verkætlanarleiðarar eru kvinnur, og 22 eru menn.
50 milliónir "ov lítið"
Løgtingið hevur játtað 9 milliónur krónur til stuðul til gransking í ár. Tað er tað sama sum í fjør.
Hetta er als ikki nóg mikið til at nøkta eftirspurningin.
Sambært gransking.fo varð tilsamans søkt um góðar 59 millónir krónur fyri 2025. Hetta merkir, at nógv ikki fáa stuðul
Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum. Upp til 3 mió. kr. eru tøkar til stuðul í ár. Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her.
Umsóknir verða mettar av útlendskum granskarum
Granskingarráðið skrivar, at nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar.
Síðani skulu útlendskir granskarar meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum.
- Faknevndin fyri stuðli til gransking tekur endaliga støðu til umsóknirnar. Umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald