
Samband er aftur tikið upp millum USA og Russland, og tað var ein, sambært pørtunum, væleydnaður fundur í Saudiarabia.
Sí eisini: USA og Russland hava gjørt nýggja samstarvsavtalu
Serliga russar tykjast jaligir, nú tá teir eru í hitanum hjá stóra landinum fyri vestan aftur.
Vladimir Putin hevur eisini sagt sína meining. Tað var hansara uttanríkisráðharri, Sergej Lavrov, sum fyri Russland stóð á odda. Putin hevur fingið at vita, at amerikanska sendinevndin ikki vísti fordómar, og at tørvur ikki er á semingsfólki til næstu samráðingarnar.
Hesar skulu millum annað snúgva seg um Ukraina.
- Hetta er fyrsta fetið til friðarsamráðingar viðvíkjandi Ukraina, segði amerikanski uttanríksráðharrin Marco Rubio eftir fundin í Saudiarabia
Tað er langur vegur enn, staðfesta partarnir, og "øll skulu vera nøgd", sigur Rubio. Vladimir Putin sigur, at Russland er sinnað at halda fram á hesari leiðini:
- Ukraina skal eisini við í friðarsamráðingarnar. Tað hevur Donald Trump staðfest, og Russland er til reiðar at "kasta seg í" fleiri samráðingar um Ukraina.
Russiski forsetin vísir á, at endamálið við fundinum var at økja álitið millum londini. Og hann vil gjarna hitta Donald Trump. Tað skal tó leggjast til rættis fyrst - millum annað skulu partarnir finna útav, hvar fundurin verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald