
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er ein einaræðisharri, sum ikki er valdur av fólkinum.
Tað heldur amerikanski forsetin, Donald Trump. Í eini dagføring á sosiala miðlinum Truth Social, í dag, kemur amerikanski forsetin við eini beinleiðis hóttan móti ukreinska starvsbróðuri sínum.
- Ein einaræðisharri, ið ikki vil halda val. Zelenskyj skal gera skjótt av, annars hevur hann ikki longur nakað land. Ímeðan hava vit eydnu við at samráðast um at fáa gjørt ein enda á krígnum við Russland, skrivar Trump.
Boðini koma eftir fundin í Saudiarabia týsdagin millum uttanríkisráðharrarnar úr Russlandi og USA, har kríggið í Ukraina varð umrøtt, skrivar Ritzau tíðindastovan.
Ukraina var ikki til staðar á fundinum.
USA og Russland avtalaðu millum annað, at seta niður bólkar, sum skulu samstarva um at finna eina loysn á ósemjuni í Ukraina.
Samstundis vórðu møguleikarnir fyri øktum búskaparligum samstarvi og ein fundur millum Trump og russiska forsetan, Putin, umrøddir.
Forsetaskeiðið er longt
Vladimir Putin hevur fleiri ferðir sagt, at Zelenskyj ikki er ein lógligur leiðari. Hetta tí, at forsetaskeið hansara rann út í 2024, tá tað skuldi havt verið hildið nýtt forsetaval.
Valið er tó útsett orsaka av krígnum, ið hevur herjað síðan 2022.
Síðan byrjan hevur USA stuðlað Ukraina bæði hernaðarliga og fíggjarliga.
Men eftir at Donald Trump tók við forsetaembætinum í januar, eru tey tó í Evropa og Ukraina farin at ivast í, um hesin stuðulin fer at halda fram.
Í dag skrivaði Trump á Truth Social, at stórir partar av pengunum, sum USA hevur sent til Ukraina, “eru horvnir”.
Hann greiðir ikki nærri frá hvat hann meinar, men skrivar, at Zelenskyj hevur verið ein vánaligur leiðari fyri landið.
Týsdagin segði Trump, at Zelenskyj hevur ógvuliga lítla undirtøku í Ukraina.
Tað fekk Zelenskyj til at viðmerkja, at Trump livir í einum “rúmi av følskum upplýsingum”.
Sambært Reuters tíðindastovuni vísir nýggjasta veljarakanningin, at 57 prosent av ukrainum hava álit á Zelenskyj, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald