
Fleiri brot á ferðslulógina vórðu skrásett í gjár í sambandi við ferðslukanningar hjá løgregluni.
Um hálvgun níggju tíðina vóru kanningar gjørdar við tunnilsmunnan oman fyri Oyrareingir. Her fekk ein lastbilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra 89 kilometrar um tíman, og ein annar bilførari fekk klipp fyri at yvirhála ein annan bil tvørtur um sperrilinju, tað vil siga har strípurnar á vegnum vísa, at tað ikki er loyvt at yvirhála.
Seinnapartin var ferðsluløgreglan á Havnargøtu við eystaru vág í Havn og gjørdi kanningar. 80 bilar vórðu støðgaðir og sjey mál skrivað.
Tveir bilførarar verða skuldsettir fyri at tosa í fartelefon undir akstri, tveir fyri at koyra við slitnum dekkum, ein fyri lyktafeil, ein fyri at hava barn sitandi leyst í bilinum og ein fyri at hava koyrt ímóti koyrirætninginum við Essabarr (fyrr. Café Natúr).
Fyrrapartin varð eisini boðað frá bilførara, ið koyrdi heldur ófantaliga í bili sínum í miðbýnum í Havn. Politiið fór á staðið og skuldsetir nú føraran fyri at koyra rúsdrekkaávirkaður.
Seinnapartin var eitt lítið ferðsluóhapp á vegamótinum Landavegur/Marknagilsvegur, har ein bilur, sum kom frá Landavegnum nam við ein annan, ið koyrdi eftir Marknagilsvegnum. Einki álvarslig, bert lítil skrokkskaði. Bilførarin, ið koyrdi út á Marknagilsvegin verður nú skuldsettur fyri ikki at hava hildið sína víkiskyldu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald