
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur gjørt eitt ræðuligt arbeiði við krígnum í Ukraina, og kundi bara havt verið við til samráðingarnar í Saudiarabia, um hann ynskti tað.
Soleiðis segði amerikanski forsetin, Donald Trump, á eini vinnuráðstevnu í Miami í nátt, okkara tíð.
- Kanska hann bara hevur ynski um at halda pengamaskinuna koyrandi. Eg veit ikki hvat trupulleikin er, segði Trump, og helt fram:
- Hann er ørkymlaður av ikki at vera boðin til Saudiarabia. Men hann kundi bara komið, um hann vildi.
Týsdagin hitti amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, russiska starvsbróður sín, Sergej Lavrov, í høvuðsstaðnum í Saudiarabia, Riyadh, har friður í Ukraina var á skránni.
Ongi umboð fyri Ukraina vóru tó við.
Hetta fekk Zelenskyj at siga, at hann ikki kundi góðtaka, at avgerðir verða tiknar um Ukraina uttan teirra vitan.
- Tað kom óvæntað, at vit ikki vóru boðin til til russisk-amerikansku samráðingarnar í Saudiarabia, men hoyrdu tíðindini í miðlunum, segði Zelenskyj.
Í Miami helt Trump fram við ógvusligu ábreiðslunum móti Zelenskyj og skuldsetti ukrainska forsetan fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri at støðga trý ára langa krígnum við Russland.
- Hann hevur havt trý ár, men har hava ikki ein gang verið telefonsamrøður í royndini at støðga krígnum. Tað er ræðuligt, segði Donald Trump, og vísti á hvussu nógv fólk eru deyð í krígnum. Forsetin segði, at fylgisveinamyndir vísa, at deyðir kroppar liggja sløddir um allan vígvøllin.
- Eg elski Ukraina, men Zelenskyj hevur gjørt eitt ræðuligt arbeiði. Land hansara er oyðilagt og milliónir og milliónir av fólkum hava mist lívið uttan orsøk, segði amerikanski forsetin, við ynskjum um at tað skjótt kann fáast ein vápnahvíld í lag.
Les eisini: Trump: Zelenskyj er ein einaræðisharri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald