Innanlands

Nevndarval á løgtingi í dag

Kravið er, at ein meiriluti á løgtingi atkvøður fyri at løgtingsnevndirnar verða valdar av nýggjum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-20 09:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Val verður til nevndirnar á Føroya Løgtingi á fundinum, sum byrjar klokkan 11 í dag.

Eftir at Ingilín D. Strøm í heyst legði frá sær sum landsstýriskvinna í oktober og gjørdist tinglimur aftur, hevur verið greitt, at Javnaðarflokkurin ynskti at umskipa sína umboðan í løgtingsnevndunum.

Enn er ikki greitt hvørjar nevndir verða broyttar. Men tað hevur verið frammi, at Ingilín D. Strøm, sum næstvald á Javnaðarlistanum, átti at verið betri umboðað í løgtingsnevndunum.

Í løtuni hevur hon einans sess í rættarnevndini og er varalimur í trivnaðarnevndini. Tosað hevur verið um, at hon átti at havt umboð í onkrari nevnd við ‘størri tyngd’, og fíggjarnevndin og uttanlandsnevndin hava verið nevndar.

Greitt er, at tað hevur verið ein avbjóðing innanhýsis í Javnaðarflokkinum at loyst hetta málið, og tað er helst orsøkin til at so drúgv tíð er gingin til nevndarval er sett á dagsskrá fyri løgtingsfund.

Áðrenn sjálvt nevndarvalið skal løgtingið atkvøða um nevndarval kann haldast. Tað krevst, at meiriluti er fyri tí í løgtinginum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder