Innanlands

Bert smávegis broytingar í nevndarsamansetingini

Ingilín D. Strøm fær kortini ongan tungan nevndarsess - men verður varalimur fyri Bjarna Hammer í fíggjarnevndini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-20 11:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Umskipanin av løgtingsnevndunum í dag fekk lítla og onga broyting fyri nevndarumboðanina hjá Ingilín Didriksen Strøm, sum legði frá sær sum landsstýriskvinna í oktober.

Aksel V. Johannesen, løgmaður og floksformaður, hevur í miðlunum annars ført fram, at Ingilín átti at fingið eina meira tunga og avgerðandi umboðan í løgtingsnevndunum. Men varð tað einans ein kjans sum varalimur í fíggjarnevndini, sum hon fekk afturat, tá Javnaðarflokkurin gjørdi broytingar í síni umboðan í løtgingsnevndunum.

Fyrrverandi landsstýriskvinnan varðveitir sess sín í rættarnevndini. Harafturat verður hon varalimur fyri Hans Jacob Thomsen í trivnaðarnevndini. Og so varð eisini staðfest, at hon er varalimur fyri Bjarna Hammer í fíggjarnevndini. Á heimasíðu løgtingsins hevur Súsanna Bertholdsen, sum nú er landsstýriskvinna, annars staðið til enn at eiga henda sessin.

Tað var bert Javnaðarflokkurin, sum brúkt møguleikan fyri at gera broytingar.

Onnur broyting er, at Uni Holm Johannesen fær sessin í mentanarnevndini, sum Súsanna Bertholdsen sat í áðrenn hon gjørdist landsstýriskvinna. Og Kim Djurhuus fær sessin, sum Súsanna Bertholdsen hevði í trivnaðarnevndini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder