Innanlands

Nýggjar vegleiðingar um skíggjaráð

Almennu tilmælini eru tó ikki heilt liðug enn, og farið verður í næstum undir at gera eina kanning av skíggjanýtsluni hjá børnum og ungum í Føroyum

, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, taka eisini undir við, at skíggjaráðini verða endurskoðað

, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, taka eisini undir við, at skíggjaráðini verða endurskoðað

2025-02-21 09:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heilsustýrið hevur í rúma tíð arbeitt við nýggjum skíggjaráðum. Málið er at kunna leggja fram almenn tilmæli um skíggjanýtslu hjá børnum og ungum. Hóast tilmælini ikki eru heilt liðug enn, so verða nakrar nýggjar vegleiðingar um skíggjanýtslu nú kunngjørdar.

Avvarðandi landsstýrisfólk, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, taka eisini undir við, at skíggjaráðini verða endurskoðað.

Vegleiðingarnar byggja á nýggjastu vitan innan økið, eitt nú á svensku skíggjatilmælini frá 2024, umframt á skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum frá 2021. Dentur verður lagdur á tørvin hjá børnum og ungum fyri at mennast og trívast, eins og atlit verður tikið til menning og búning á ymsum aldursstigum. 

Talgildir miðlar eru í dag ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Flestu børn frá 12 ára aldri brúka fartelefon hvønn dag, og í ungdómsárunum brúka 85 prosent sosialar miðlar dagliga.

- Fleiri ágóðar eru við talgildu pallunum. Tað er lætt at knýta og varðveita sosial sambond, at spæla spøl, fáa atgongd til kunning og tíðindi eins og læra ymiskt nýtt. Kortini uppliva nógv børn og ung, at tey brúka skíggja meira, enn tey í veruleikanum vilja, og at nýtslan hevur eina negativa ávirkan á m.a. svøvn, rørslu og skúlaavrik. Tey uppliva eisini happing, hóttanir, kynsligan ágang og aðrar álvarsligar støður á netinum. Við atliti at hesum hevur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum tikið stig til, at allir skúlar seta í verk fyriskipanir at tálma fartelefonnýtslu í skúladegnum.

Nýtslan av talgildum miðlum hevur ávirkan á bæði sálarheilsu og likamliga heilsu hjá børnum og ungum, og er hetta sostatt ein týdningarmikil fólkaheilsuspurningur.

Vegleiðingarnar venda sær í høvuðsheitum til foreldur/vaksin, og eru býttar í tríggjar partar: Ráð um skíggjanýtslu, skift sundur í aldursbólkar, ráð um skíggjanýtslu hjá foreldrum/vaksnum og ráð um skíggjanýtslu og svøvn.

Ráðini skulu síggjast sum ein vegleiðandi leiðregla og ein møguleiki hjá foreldrum/vaksnum at tosa við børnini um, hvussu tey brúka skíggjar. Ráðini um skíggjanýtslu hjá teimum 13-18 ára gomlu venda sær eisini beinleiðis til tey ungu.

Heilsustýrið er í samstarvi við Heilsumálaráðið og Barna- og útbúgvingarmálaráðið í eini tilgongd at menna nýggj skíggjatilmæli. Eisini verða aðrir avvarðandi partar í føroyska samfelagnum hoyrdir.

Farið verður í næstum undir at gera eina kanning av skíggjanýtsluni hjá børnum og ungum. Vegleiðingarnar, sum nú eru tøkar, eru sostatt eitt ávegis úrslit av arbeiðinum. Endaligu tilmælini verða eftir ætlan klár seinni í hesi árshálvuni.

Vegleiðingarnar eru tøkar her

Heilsustýrið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder