Innanlands

650.000 krónur til Klaksvíkar

Durita Joensen í Klaksvík lendi á gula leypinum og vann 650.000 krónur. Ein annar heppin gekkavinnari vann ein bil

Jensina Olsen, vertur, fegnaðist saman við gekkavinnaranum (Skíggjamynd: Kvf.fo)

Jensina Olsen, vertur, fegnaðist saman við gekkavinnaranum (Skíggjamynd: Kvf.fo)

2025-02-21 20:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir gekkaspælarar fóru avstað við stórum vinningum í kvøld.

Durita Joensen úr Klaksvík kom í gjøgnum við fullari plátu. Hon valdi at deila gekkaupphæddina, sum í kvøld var 1,9 milliónir krónur, í trý, so 650.000 krónur vóru í hvørjum leypi.

Í fyrsta snari lendi Durita Joensen á 20.000 krónum, sum hevði tryggjað henni 60.000 krónur. Hon valdi at roynda eydnuna enn einaferð og tað var ein røtt avgerð.

Tá hendi hon á gula leypinum sum gav henni 650.000 skattafríar krónur. Ikki so galið hjá Duritu Joensen, sum í kvøld sat og spældi Gekk saman við beiggja sínum.

Og so var lutakastið um eykavinningin. Vinnarin gjørdist gekkaseðil nummar 878497. Seðilin er seldur í Bónus í Saltangará. Nummarið sæst á fremstu síðu á Gekkinum, ovast til vinstru. 

Allir seðlar seldir frá viku 4 (24. januar) til og við viku 7 (14. februar) vóru við í dráttinum um eykavinningin. 

Vinnarin verður biðin um at seta seg í samband við Kringvarpið í seinasta lagi 21. mars 2025.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder