Mentan

Føroyskar listakvinnur sýna fram í Odense

Í hesum døgum hava Edith Mørkøre og Birgit Kirke framsýning í Kunstbygningen Filosoffen

2025-02-22 09:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í hesum døgum er stór og fjølbroytt føroysk listaframsýning í Kunstbygningen Filosoffen, sum liggur mitt í hjartanum av Odense á Fyn. Tað eru tær báðar listakvinnurnar Edith Mørkøre og Birgit Kirke sum sýna fram.

Mikudagin lótu tær dyrnar upp við stórari fernisering og nógv fólk vóru samlaði hesa løtuna.

Annette Bogø Lybert stjóri á Nordatlantisk Hus segði millum annað soleiðis í setanarrøðuni:

“Í hesi framsýningini møta vit tveimum góðum listafólkum, báðar við rót í føroyskari mentan, náttúru, landslagi og litum. Tvey listafólk, sum eru ymiskar í teirra listaliga framburði og allíkavæl týðuliga tappa frá somu keldu.

Eg eri stolt av at kunna siga at tit báðar hava sýnt fram í Nordatlantisk Hus – tó ikki samstundis.

Og nú tá eg síggi tykkara verk hanga lið um lið, hvussu tey tosa saman og hvussu linjurnar í landsløgunum, tit endurskapa, flætta seg inn í hvørja aðra – sum søgur úr Føroyum og um Føroyar.

Á plakatini hjá tykkum sær man tvær kvinnur sitandi á tveimum stólum einsamallar úti í náttúruni hugfangaðar í eini samtalu.

Man verður forvitin – eg blívi í hvussu so er.

Hvat tosa tær um? Hvat tosa verk teirra um? Um Føroyar!

Náttúran er stór og vøkur, skroypilig og følin og hørð og rá.

Alt hetta fanga tit og geva víðari til okkum, ið skoða tykkara listaverk og flyta inn í tey eitt lítið bil.

Takk fyri tað."

Eitt longri tíðarskeið hava tær báðar Edith Mørkøre og Birgit Kirke arbeitt saman og hvør sær við hesi stóru verkætlan, sum nú er at síggja í Kunstbygningen Filosoffen.

Á vári 2024 búðu tær eitt tíðarskeið í listafólkabúðstaðnum hjá Fyn Grafiske Værksted, sum tær eftir hondini eru tætt knýttar at. Her arbeiddu tær við verkætlanini og verkum til framsýningina.

Rúmliga framsýningin spjaðir seg yvir umleið 400 kvm2 í teimum fimm framsýningarhølunum sum eru í Kunstbygningen Filosoffen og umfatar málningalist, grafisk verk, skurmyndir, skulpturar, installatiónir, umframt ein videofilm, sum samandregur alt til eina heildaruppliving av framsýningini.

Framsýningin kann síggjast til og við 2. Mars. Opið er týsdag - sunnudag frá klokkan 11 til 17. Listakvinnurnar eru báðar til staðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder