Innanlands

Nevndin í Føroya Ferðaleiðarafelag heldur fram

Hilda Thomsen heldur fram sum forkvinna

Bergur Samuelsen, Bjørg Jacobsen, Edny Poulsen, Hilda Thomsen, Samson Højgaard (Mynd: Føroya Ferðaleiðarafelag)

Bergur Samuelsen, Bjørg Jacobsen, Edny Poulsen, Hilda Thomsen, Samson Højgaard (Mynd: Føroya Ferðaleiðarafelag)

2025-02-26 21:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroya Ferðaleiðarafelag hevði aðalfund um vikuskifti, leygardagin 22. februar.

Tveir limir stóðu fyri afturvali. Tað vóru Hilda Thomsen og Samson Højgaard, og bæði vórðu afturvald.

Bergur Samuelsen og Edny Poulsen vórðu vald sum tiltakslimir.

Á dagin eftir skipaði nevndin. Tað er greitt, at nevndin við Ferðaleiðarafelagnum heldur fram sum  áður. Hetta við Hildu Thomsen sum forkvinnu, Samson Højgaard sum næstformanni og Bjørg Jacobsen sum skrivara og kassameistara.

Føroya Ferðaleiðarafelag er eitt áhugafelag og arbeiðir fyri at menna ferðaleiðarayrkið og fáa skipað viðurskifti fyri ferðaleiðarar í ferðavinnuni.

Nevndin í Føroya Ferðaleiðarafelag

Forkvinna: Hilda Thomsen
Næstformaður: Samson Højgaard
Skrivari og kassameistari: Bjørg Jacobsen
Tiltakslimur:  Bergur Samuelsen
Tiltakslimur: Edny Poulsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder