Mentan

Tónar í list á Norðurbryggjuni

Leygardagin letur upp framsýning við føroyskari myndlist á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn

Hansina Iversen: Purple Rain (2023)

Hansina Iversen: Purple Rain (2023)

2025-02-27 18:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tónleikur hevur tónar, og myndlist hevur littónar. Tú kanst bæði komponera eina mynd og eitt tónleikaverk. Ein svita kann vera ein røð av myndlistaverkum ella ein røð av tónleikaverkum við sama tema. Longu í málinum er samanfall millum myndlist og tónleik.

Henda framsýningin kannar samanhang og munir millum myndlist og tónleik. Tónar í list/Toner i kunst er ein tillagað útgáva av framsýningini Tónar í list, kuraterað av Onnu Mariu Dam Ziska eftir hugskoti hjá fyrrverandi stjóranum í Listasavninum Karinu Lykke Grand, ið var sýnd á Listasavni Føroya í 2023.

Dialogar millum myndlist og tónleik
Tónleikur er og hevur verið íblástur hjá óteljandi listafólkum. Somuleiðis eru fleiri tónleikaverk gjørd við íblástri úr myndlistini. Á framsýningini eru verk úr myndlistini, sum bæði eru í beinleiðis og óbeinleiðis dialogi við tónleikin.

Eisini vísast verk hjá tónleikarum, sum bæði eru tónleikarar og myndlistafólk, og verk, har munur ikki kann gerast á teimum báðum listagreinunum.  

Listafólk í framsýningini eru Hansina Iversen, Margrethe Odgaard og Teitur, Heðin Ziska Davidsen, Guðrið Poulsen, Jóna Rasmussen,  Vigdis Petersen, Olivur við Neyst, Astri Luihn, Ingálvur av Reyni, William Heinesen, Heiðrik á Heygum, & Bartal og Maria Tórgarð, Rammatik.  

Les um framsýningina, sum var á Listasavni Føroya í 2023: Musisk list í Listaskálanum

[object Object]
William Heinesen: Spælimenninir í Hoydølum (1977)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder