Innanlands

Útbyggingin í Leirvík mett at kosta 95 milliónir krónur

Kanjon hevði tað lægsta boðið, 64 milliónir, í lisitatiónini. Nú fer Eysturkommuna nú undir at gjøgnumganga tey fýra tilboðini uppá verkætlanina við skúlanum

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2025-02-27 17:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, mikudagin 26. februar var lisitatión uppá útbyggingina av skúlanum í Leirvík. 

Eysturkommuna skrivar á heimasíðu sínari, at fimm fyritøkur vórðu bodnar at lata tilboð inn. Fýra tilboð komu inn. Tey vóru frá Búsetur, Kanjon, Articon og HVT.

Kanjon átti lægsta boðið: áljóðandi kr. 64.473.962,-. Tað hjá HVT var slakar átta milliónir hægri - 72,1.

Articon hevði tilboð á 78 milliónir og Búsetur 80,5 milliónir.

Verkætlanin er samlað mett at kosta 95 milliónir krónur, upplýsir Eysturkommuna, fer nú undir at gjøgnumganga tilboðini.

- Útbyggingin fevnir um niðurtøku av pørtum av skúlabygningunum í Leirvík, og nýbygging av skúlastovum, fimleikahøll, tónleikastovu, bókasavni og lærarahølum v.m.

[object Object][object Object][object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder