Innanlands

- Hetta var besta loysnin fyri politiska stevið

Aksel V. Johannsen staðfestir í samrøðu við Kringvarpið, at hann og Dennis Holm vórðu samdir um avgerðina fyrr í dag. Hetta er eitt øðrvísi mál enn tað við Ingílin Strøm, sigur løgmaður

Tað gekk ikki long tíð frá endaligu niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini, til landsstýrismaðurin varð loystur úr starvi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tað gekk ikki long tíð frá endaligu niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini, til landsstýrismaðurin varð loystur úr starvi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-02-27 21:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit vildu ikki út í eitt misálitismál og eitt politiskt stríð. Støðan er óheppin, men vit hildu, at hetta var besta loysnin.

Soleiðis segði Aksel V. Johannesen millum annað, tá Kringvarpið tosaði við hann fyrr í kvøld. Løgmaður skuldi seta orð á, hví Dennis Holm nú er loystur úr starvi sum landsstýrismaður.

Løgmaður og nú fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum hava tosað saman í dag og eru komnir til niðurstøðuna. Aksel V. Johannsen noktar at hann hevur noytt Dennis Holm frá á nakran hátt. Heldur snúði tað seg um politiska stevið víðari hjá samgonguni.

Sí eisini: Dennis Holm: - Soleiðis eru spælireglurnar í politikki

Formaðurin í Javnaðarflokkinum varð eisini spurdur um, hví hetta var øðrvísi enn í fjør, tá hann ikki loysti Ingilín Didriksen Strøm frá. Tá endaði tað við misálitismáli.

Løgmaður staðfesti, at hetta einki hevur at gera við, hvønn flokk ein hoyrir til; tað snúði seg um hvat varð sagt á tingi, og málið við Dennis Holm snúði seg um heimildir - og tulkingar av tí.

Hoyr alla samrøðuna við løgmann her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder