
Upp undir altjóða kvinnudagin 8. mars fer Filmsfelagið aftur í ár at vísa ein film við feministiskum vinkli saman við Femifagnaðinum. Í ár er valið fallið á filmin "The Substance", sum Solveig Hanusardóttir Olsen fer at innleiða mikudagin 5. mars klokkan 20.
Fyrrverandi og aldrandi Hollywoodstjørnan Elisabeth Sparkle (Demi Moore) fær ongar leiklutir. Tí letur hon seg lættliga tøla, tá hon á svarta marknaðinum fær í boði at royna eina undursama kropsviðgerð, The Substance, hvussu vandamikil viðgerðin so er.
Burturúr filmisku viðgerðin av 62 ára gomlu Demi Moore fáa vit við The Substance 30 ára gomlu Margaret Qualley.
Fyri fyrstu ferð í lívinum vann Demi Moore eina virðisløn, Golden Globe, fyri ein leiklut, og filmurin hevur higartil fingið 119 viðislønir og er í uppskoti at fáa fimm Oscarvirðislønir.
Filmurin varð frumsýndur í Cannes, har leikstjórin, Coralie Fargeat (f.1976), sum sjálv hevur skrivað søguna, fekk virðisløn fyri besta handrit og lógvabrestir í ellivu minuttir.
Ummælarar eru samdir um, at hóast hann dvølir við body-horror viðurskifti, er hann framúrskarandi at seta feminismu á breddan.
"The Substance" er ein ræðusøga um, hvussu kensluleyst miðlarnir framman fyri eygum okkara dyrka ungar kvinnur og samstundis skúgva búnar kvinnur burtur, sum vóru tær burturkast, skrivar Filmsfelagið í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald