
Hesa vikuna avdúka fyriskiparar av G! festivalinum eitt føroyskt navn um dagin í sambandi við Spæl Føroyskt vikuna, og í morgun verður boðað frá, at jazzygold verður at hoyra á festivalinum í summar.
– Nógv føroysk tónlistarfólk ferðast runt í heiminum og framføra sín tónleik, og eitt av nøvnunum, sum vekir stórst ans har úti er jazzygold. Við skrapt framleiddum r&b- og poppløgum megnar hon at draga nógv fólk til sínar konsertir, og altíð fara fólkini væl nøgd avstað aftur, tí framførslurnar eru altíð líka góðar. Hettar er okkara egna føroyska r&b-stjørna, og hon er háaktuel við síni fyrst EP, it's been a while.
Onnur føroysk nøvn, sum verða at hoyra á G!, sum verður í døgunum 17. til 19. juli, eru Hallur Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani, Greta Svabo, Jóannes Joensen / Bass Elvis, og GØ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald