
Herning, Danmark (Portalurin) - Eg havi ikki sovið so væl tvær tær seinastu næturnar. Kroppurin merkir tað, nú tað nærkast.
Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen kom annars til Herning longu mikudagin; millum annað fyri at fáa góðan náttarsvøvn og frið at hugsavna seg um fyrireikingarnar.
Í samrøðuni við Portalin setur hon orð á fyrireikingarnar og eisini tað at fáa hugna sær eitt sindur saman við toyminum handan "Hallucination" og hinum sjey Melodi Grand Prix-luttakarunum. Júst tað at njóta hesa tíðina er umráðandi fyri havnarkvinnuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Sangurin hjá Sissal, sum nógv fólk hava samstarva um, og sum hon avgjørt heldur kann vera ein vinnarasangur í Herning
Næsta stóra samdøgrið snýr seg um hvíld, venjing og royndir. Í morgin seinnapartin er tað aðalroynd í Jyske Bank Boxen, sum eisini telur í metingini hjá dómsnevndini, og í annaðkvøld er tað sjálvt "show'ið". Sissal roynir at ikki so nógv um júst morgindagin, men staðfestir at hon fær nógv burturúr Melodi Grand Prix óansæð hvat.
- Eg havi fingið nýggjar lurtararar og fleiri fyrispurningar um live-framførslur. Hetta er eisini ein stór uplliving, so líkamikið um eg vinni ella ikki, so fái eg nógv burturúr at vera við.
(Mynd: Sverri Egholm)
Um føroyski favoritturin so vinnur, so kann hon koma við einum sterkum sangi og framførslu á degnum til Eurovision. Farið verður eftir nøkrum sterkum sjónbærum á pallinum - einum "visuellum úttrykki". Sissal Jóhanna staðfestir tó, at hon ikki fer at flúgva ella nakað á pallinum, men at tað verður "einfalt".
Til seinast tosar 30-ára gamla songkvinnan um sterka stuðulin, hon fær, og hvussu tað er, at føroyingar eru serstakir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald