Innanlands

Danski uttanríkisráðharrin til Føroya í dag

Í kvøld verður fundur í Tinganesi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, og Lars Løkke Rasmussen. Eisini hitta limirnir í Uttanlandsnevndini ráðharrarnar.

Í kvøld verður fundur millum Høgna Hoydal og Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í kvøld verður fundur millum Høgna Hoydal og Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-28 11:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í dag kemur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen til Føroya.

Í kvøld verður fundur í Tinganesi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, og Lars Løkke Rasmussen. Eisini hitta limirnir í Uttanlandsnevndini ráðharrarnar. Høvi verður hjá fjølmiðlum at seta spurningar eftir fundin í Tinganesi í kvøld klokkan 18.

Í morgin eru virkisvitjanir á skrá ,og um kvøldið eru ráðharrarnir bodnir til upplatingarkonsert við Tjarnir, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder