
Herning, Danmark (Portalurin) - Í 1979 gjørdust Annika Hoydal og Harkaliðið nummar fýra í Melodi Grand Prix . Tá var tað hildið í "TV-byen" í Søberg, og Tommy Seebach vann. "Aldan" er ein føroyskur sangur - síðani hava føroysku umboðini sungið á donskum ella enskum til Melodi Grand Prix.
Tað gingu 23 ár, til ein føroyingur aftur stóð á Melodi Grand Prix-pallinum sum ein høvuðspersónunum. Tað var klaksvíkingurin Pætur við Keldu, sum eisini hevði systurina Tóru við Keldu við sum viðsangara.
Í hesari øldini hevur verið rímiliga títt við umboðum úr Føroyum, ella sum hava sterkt tilknýti til Føroyar.
Tá Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen fer á pallin í Jyske Bank Boxen í morgin, leygardagin 1. mars, verður hon tólvta føroyska "høvuðsumboðið" til danska Melodi Grand Prix.
Hetta eru vit komin fram til eftir at hava hugt uppá søguna. Listin hjá eurovision.dk frá 2023 vísir eisini, at til og við Reiley vann ta árið, høvdu tíggju føroyskir sangarar/bólkar - ella høvuðsnøvn við sterkum tilknýti til Føroyar - kappast í Melodi Grand Prix.
Føroysk umboð í Melodi Grand Prix:
1979: Annika Hoydal
2002: Pætur við Keldu
2004: Petsi Tvørfoss
2008: The Dreams
2010: Jens Marni Hansen
2016: Kristel Lisberg
2018: CARLSEN (Carlsen systrarnar - Laila, Barbara og Vanja)
2019: Sigmund (Sigmund Tróndheim) - Uppvaksin í Danmark men hálvur føroyingur
2021: Jean Michel (Jean Michel Bay Helgason) - í stóran mun uppvaksin í Føroyum
2023: Reiley (Rani Petersen) - Vinnari
2024: Janus Wiberg
2025: Sissal (Jóhanna Norðberg Niclasen)
Sí eisini: - Sissal hevur stjørnudygdir (Video)
Rani Petersen úr Havn varð fyrraárið fyrsti føroyingurin at vinna Melodi Grand Prix. "Reiley" fekk flest atkvøður eftir framførsluna í Næstved og umboðaði síðani Danmark í Liverpool nakrar mánaðir seinni. "Breaking My Heart" vann seg tó ikki nóg nógv í evropeisku hjørtuni til, at føroyingurin kom í stóru finaluna.
Danmark leitar nú eftir fyrsta Eurovison-finalistinum síðani 2018. Spurningurin er so, um Sissal livir upp til favorittleiklutin í Jyske Bank Boxen í morgin og harvið sleppur til Sveis at stríðast fyri finaluplássið í mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
--
Danskt Melodi Grand Prix 2025 verður í morgin, leygarkvøldið 1. mars. Portalurin er á staðnum í Herning, og vit fylgja gongdini hjá Sissal og øllum rundanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald