
Hon er trupul at seta í bás, men púra vist er, at hon er ein óvanliga dugnalig songkvinna og sangskrivari. Hon hevur skrivað nýskapandi poppsangir, skapt sítt heilt serliga úttrykk og hevur vunnið hjørtuni á bæði áhoyrarum og ummælarum.
Seinastu árini hevur hálvføroyska Brimheim veruliga vunnið fram á danska tónleikapallinum og aðrastaðni, og hon hevur ferð eftir ferð verið tilnevnd týðandi virðislønir og hevur vunnið fleiri teirra. Ummælini av útgávum hennara hava verið sum satt stjørnuregn, og á palli er hon framúrskarandi.
Við listanavninum Brimheim hevur Helena Heinesen Rebensdorff seinastu fýra árini verið eitt tað heitasta navnið á danska tónleikapallinum. Við brúsandi og sveimandi poppsangum hevur hon megnað at kava niður í sinnið og viðgjørt stórar lívsspurningar og at fanga breiðu fjøldina við melodiøsum sangum og kreativum videoløgum.
Hon er ein av stóru poppstjørnunum í Danmark og hevur nógvar spennandi konsertir fyri framman. Hon hevur longu spælt á teimum stóru donsku festivalunum og á kendum tiltøkum sum By:Larm, The Great Escape, Eurosonic, Reeperbahn Festival, Iceland Airwaves og KEXP.
Og nú kemur Brimheim á landsins størsta tónleikatiltak at framføra. Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 7. til 9. august.
Summar Festivalurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald