
Um samráðingarnar um frið skulu takast uppaftur, skal ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj ynskja frið, men tað ger hann ikki, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump eftir fundin við Zelenskyj fríggjadagin.
– Hann ynskir bara at berjast, berjast, berjast. Vit vilja ikki út í eitt tíggju ára langt kríggj, vit ynskja at steðga øllum hesum deyðanum, sigur Trump.
– Hann skal siga, at hann ynskir frið. Men tað ynskir hann ikki. Fínt, so latið tey berjast, sigur Trump sambært Ritzau.
Les eisini: – Ukraina má verða hoyrt og ikki gloymt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald