Uttanlands

Skype letur aftur

Microsoft, sum eigur Skype, letur videotænastuna aftur í mai mánað

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-03-02 10:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tíðin við Skype er av. Videotænastan sum Microsoft eigur, letur aftur í mai.

Hetta upplýsir Microsoft, sum framyvir vera at seta meira fokus á tænastuna Teams.

Skype varð stovnað av danska Janus Friis og svenska Niklas Zennström í 2003. Tænastan gav brúkarum kring allan heim møguleikan at ringja umvegis netið, og bleiv skjótt væl umtókt.

Friis og Zennstrøm seldu Skype til amerikanska eBay fyri 15,6 milliardir krónur.

Microsoft keypti Skype í 2011 fyri 8,5 milliardir dollarar, sum tá svaraði til 44 milliardir krónur.

Um tað tíðina hevði Skype umleið 150 milliónir brúkarar mánaðarliga. Í 2020 var tað talið komið niður á 23 milliónir brúkarar mánaðarliga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder