Innanlands

Felagið fyri kirkjuráðslimir skrivar út búmerkjakapping

Freistin at senda inn uppskot til búmerki er 1. mai, og vinnandi uppskotið fær 10.000 krónur

(Mynd: folkakirkjan.fo)

(Mynd: folkakirkjan.fo)

2025-03-01 17:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Felagið fyri kirkjuráðslimir sóknast eftir einum búmerki og skrivar í hesum sambandi út búmerkjakapping, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.

Felagið varð stovnað í 1995 og er áhugafelag hjá kirkjuráðslimum í Føroyum. Sambært løgtingslóg er endamálið hjá hvørjum einstøkum kirkjuráði í kirkjusóknini at "tryggja kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni."

Uppskot til búmerki kunnu latast inn við eini frágreiðing fyri, hví avsendarin heldur, at uppskotið skal veljast. Uppskotið verður lagt í ein brævbjálva fyri seg, og ein seðil við upplýsingum um sendara (navn, bústaður, telefon og teldubústaður) verður lagdur í ein annan brævbjálva. Sama frámerkið verður sett uttan á hesar báðar brævbjálvarnar, sum verða lagdir í ein brævbjálva uttan navn og sendara á og sendur til: Dagbjørt Ó. Hansen, Á Heyggi 4, 512 Norðragøtu.

Nevndin, ið er skipað av nevndarlimum felagsins og einum fakfólki, tilskilar sær rætt til at velja ella vraka hugskot ella skriva út nýggja kapping.

Freistin at senda uppskot inn er mánadagin 1. mai 2025. Latnar verða 10.000 kronur fyri vinnandi búmerkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder