Innanlands

Vesturkirkjan letur upp aftur

Eftir at hava verið stongd vegna umvæling, letur kirkjan dyrnar upp sunnudagin kl. 11

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-03-01 15:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vesturkirkjan hevur verið stongd í ein mánaða vegna umvælingar, men í morgin, sunnudagin 2. mars letur hon uppaftur.

Stórarbeiðið er gjørt. Altarveggurin “Jákupsstigin,” sperrurnar um tornvindeyguni og forkirkjan eru málað, og harumframt er gjørt wc til rørslutarnað.

Gudstænasta verður í morgin klokkan 11. Hanus á Gørðum, sóknarprestur, prædikar, kristiliga sangkórið syngur, og tað verður altargongd.  Eftir gudstænastuna bjóðar kirkjuráðið kaffi og køkur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder