
Bókin ”Lygn” hjá Eyðun Klakstein hevur vunnið ársins Lesaravirðisløn hjá føroysku bókasøvnunum.
Í allan februar mánaða hevur verið gjørligt at atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá føroysku bókasøvnunum.
Tey trý tilnevndu verkini í 2025 vóru ”Lygn” eftir Eyðun Klakstein, ”Sára Malena: seinasta gandakellingin í Føroyum” eftir Sólrún Michelsen og ”Vilstar røtur” eftir Ingun Christensen, og vinnarin gjørdist ”Lygn”.
Mikudagin 5. mars kl. 17.00 verður Lesaravirðislønin, áljóðandi 30.000 krónur, handað á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Á skránni verður upplestur, tónleikur og lítið ábit.
Hetta er aðru ferð, at Lesaravirðislønin verður latin. Hon varð fyrstu ferð latin í fjør, tá "Saga JAM" hjá Høgna Mohr vann Lesaravirðislønina.
Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum, skriva føroysku bókasøvnini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald