Mentan

Ester Skála á G!

– Í Føroyum er mangan grátt og tungt, tá ið tú hyggur út. Men Ester Skála hevur sett sær fyri at skapa eina javnvág, tá ið hon í ovurmát litar alt ljósareytt við sínum litríku myndum og popputu tónum

2025-03-02 09:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Spæl Føroyskt vikuna, hevur G! Festivalurin avdúkað eitt føroyskt navn um dagin, og seinasta navnið er Ester Skála.

– Í Føroyum er mangan grátt og tungt, tá ið tú hyggur út. Men Ester Skála hevur sett sær fyri at skapa eina javnvág, tá ið hon í ovurmát litar alt ljósareytt við sínum litríku myndum og popputu tónum. Tað eru nøkur ár síðani hon gav út lagið "Unicorn", sum hevur verið nógv at hoyrt, og í hesum døgum gevur hon út spildurnýggjan tónleik. Vit gleða okkum til eina litríka tónleikaløtu við Ester Skála á G! 2025.

Onnur føroysk nøvn, sum eru avdúkað higartil, eru Hallur Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani, Greta Svabo, Jóannes Joensen / Bass Elvis, GØ, jazzygold, og Lyon Hansen.

Týsdagin fer G! aftur at kunngera eitt nýtt navn úr umfatandi skránni hjá festivalinum, sum verður í døgunum 17. til 19. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder