Uttanlands

Ísrael steðgar atgongd til neyðhjálp í Gaza

Fyrsta stig av vápnahvíldini er av – Ísrael ynskir at leingja fyrsta stig, meðan Hamas ynskir at fara víðari til næsta stig

Lastbilførari bíðar eftir at sleppa inn í Gaza (Mynd: EPA)

Lastbilførari bíðar eftir at sleppa inn í Gaza (Mynd: EPA)

2025-03-02 11:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu hevur tikið avgerð um at steðga neyðhjálp í at koma inn í Gazageiran.

Samstundis boðar skrivstova hansara frá, at Ísrael ikki fer at góðtaka eina vápnahvíld uttan leyslating av gíslum. Noktar Hamas at leyslata fleiri gíslar, fær tað avleiðingar. 

Hendan fráboðanin kemur, eftir at fyrsta stig av vápnahvíldini, sum byrjaði 19. januar, endaði í gjár. Hvussu verður frameftir, er enn ógreitt.

Hamas krevur, at næsta stig av avtaluni fer í gongd, meðan Ísrael ynskir at leingja fyrsta stig. Ísrael ynskir at leingja núverandi vápnahvíld til eftir muslimski  føstumánaðurin Ramadan, og jødiska hátíðin pesach er av 20. apríl.

Í fyrsta stigi av vápnahvíldini, vóru partarnir m.a. samdir um, at burturriknir palestinar skuldu sleppa heimaftur til norðara part av Gaza, og at Hamas skuldi leyslata 33 av teimum umleið 100 gíslunum, sum framvegis vóru í Gaza, harundir kvinnur, børn og menn yvir 50 ár. Ísrael skuldi leyslata allar palestinskar kvinnur og palestinar undir 19 ár úr ísraelskum fongslum.

Restin av gíslunum í Gaza skuldu leyslatast undir næsta stigi av vápnahvíldini, sum skuldi slóða fyri einari varandi vápnahvíld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder